Prísir

Allir prísir eru íroknað MVG.
Kostnaður fyri útkoyring í Føroyum er DKK 54,-.

Gjalding

Bíløgd vøra skal gjaldast umvegis gjaldsskipanina ella umvegis bankaflyting. Eisini kann gjaldast kontant um mann ynskir at avheinta vøruna.  
Gjaldast kann við hesum gjaldskortum:
Dankort, Visakort og Mastercard
Keypsupphæddin verður ikki trekt av gjaldskorti tínum fyrr enn vøran antin verður avheintað, ella tá hon verður send avstað.
Gjaldingin fer fram gjøgnum Onpay, hetta er viðurkend og trygg gjaldsskipan, og koyrur ígjøgnum 3D secure. Vit goyma ongantíð nakrar av tínum gjaldsupplýsingum.

Levering

Bíløgd vøra kann heintast, ella verður hon send heim til tín.
Leveringstíðin er vanliga ein gerandisdag, sum merkir, at tú væntandi móttekur vørusendingina seinnapartin dagin eftir at tú hevur bílagt vøruna (gerandisdagar).
Men tað kann eisini ganga upp til 2-3 dagar, alt eftir hvar í landinum bíleggingin skal sendast. Serliga har sum tað ikki er landfast við meginøkið.
posta koyrir ikki vørubíleggingar út leygardag, sunnudag og halgidagar.
Kostnaður fyri vørusendingina er DKK 49.- Hesin kostnaður verður lagdur afturat vørukostnaðinum.

Kostnaður fyri levering
Tað kostar einki, um tú velur at heinta vøruna hjá okkum.
Kostnaðurin fyri levering við posta er DKK 49,-. Kostnaðurin verður lagdur afturat kostnaðinum fyri bíløgdu vørurnar.

Tá partur av bílegging tíni ikki er á lagur
Um partur av bílegging tíni ikki er á lagur hjá okkum, seta vit okkum í samband við teg og siga frá, nær øll bíleggingin væntast at vera á lagur.

Gevi gætur
Vit trekkja ongantíð nakra keypsupphædd av gjaldskorti tínum fyrr enn vøran verður avheintað á lagrinum hjá okkum, ella tá hon verður send til tín við posta, sambært avtalu.

Vøra sum greitt ikki er á lagur
Um tað framgongur í webshopini, at tann vøran sum tú ynskir, ikki er á lagur hjá okkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum umvegis teldupost info@f1.fo og spyrja nær júst tann vøran kann væntast at vera á lagur hjá okkum og harvið tøk til bílegging.

Iðranarrættur

Iðranarrætturin hjá f1.fo er sambært vegleiðingunum frá danska Forbrugerombudsmanden.
Kundar hjá f1.fo hava 14 daga iðranarrrætt, fyri vøru sum er bíløgd og keypt á f1.fo Iðranarrætturin er galdandi frá tí degi, tá mann hevur fingið vøruna í hendi.
Kundin hevur soleiðis 14 dagar at boða frá brúki av iðranarrættinum, og síðani haraftaná 14 dagar at senda vøruna retur til F1.fo
Vøran skal sendast aftur til okkum í sama standi, sum hon var í, tá kundin fekk vøruna.
Kundin skal sjálvur rinda fyri at senda vøruna aftur til f1.fo tá iðranarrætturin verður brúktur.

Tá vit hava móttikið vøruna, ger felagið bankaflyting, áljóðandi alla keypsupphæddina aftur til keypara. Kontonummar má soleiðis eisini upplýsast. Tó, hvis tað greitt framgongur, at vøran er brúkt, tá iðranarrætturin verður fráboðaður og vøran aftursend til okkara, verður iðranarætturin antin sýttur ella verður upphædd fyri virðisminking trekt frá tí upphædd sum verður flutt aftur til kundan.

Brek við vøru

Um kundi hjá f1.fo leggur til merkis, at tað er brek við vøruni, skal hetta boðast frá til info@f1.fo ella  536667 skjótast møguligt eftir at brekið er lagt til merkis.
Allar tílíkar fráboðanir verða handfarnar sambært tí í Føroyum galdandi keypilóg.
Kundin skal tá seta seg í samband við okkum umvegis teldupost og greiða frá brekinum. Best er um kundin eisini sendir myndir av brekinum.
Verður brekið staðfest av okkum, fær kundin sum oftast eina nýggja vøru av sama slag. Um vøra av sama slag ikki skaffast longur, verður kundanum bjóða at fáa líknandi vøru, ella ein avsláttur í prísinum og so varveita uppruna vøruna. Ynskir kundin ikki at fáa líknandi vøru ella at fáa ein avsláttur í keypsprísinum og so varveita uppuna vøruna, stendur honum í boði, at lata keypið ganga aftur.
Um kundin ynskir at fáa aðra vøru, ella at lata keypi ganga aftur, hevur kundin skyldu at lata uppruna vøruna aftur til okkum
Aftaná 2 ár kann kundin ikki longur fráboða brek við vøruni.

Klaga

Klaga um f1.fo kann, fyri privatar brúkarar, gerast til Brúkaraumboðið í Føroyum.

Online-gjalding

Gjaldast kann beinleiðis við gjaldskortum: Dankort, VISA og Mastercard, ein og umvegis bankaflyting. Gjalding umvegis gjaldskort verður framd gjøgnum Onpay, og skipanina hjá Appnet. Hetta er viðurkend og trygg gjaldsskipan. Vit goyma ongantíð nakrar av tín gjaldsupplýsingum, og keypsupphæddin verður ongantíð trekt av tínum gjaldskori fyrr enn vøran antin verður avheinta á lagri okkara ella tá vøran verður send við Posta.